Innanlands

UNICEF biður føroyingar um hjálp í søguliga truplari støðu   

Neyðhjálparfelagsskapurin vísir á, at tað krevur søguliga stórt átak ikki at missa eitt heilt ættarlið burturímillum 

Karen Hækkerup, fyrrverandi donsk ráðkvinna í stjórnini hjá Helle Thorning Schmidt, er nú aðalskrivari hjá Unicef Danmark (Savnsmynd: EPA)

Karen Hækkerup, fyrrverandi donsk ráðkvinna í stjórnini hjá Helle Thorning Schmidt, er nú aðalskrivari hjá Unicef Danmark (Savnsmynd: EPA)

2021-02-16 09:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umframt at hava skapt søguliga stóra heilsukreppu um allan heim hevur covid-19 gjørt tær kreppur, ið longu eru, hvaðna verri og drúgvari. 

Tað ørkymlar Karen Hækkerup, aðalskrivara í UNICEF Danmark:

- Vit eru í eini neyðstøðu, har covid-19 saman við øðrum kreppum forðar børnum at verða koppsett og fáa læknahjálp, tey fáa ikki vatn og drekka og skúlagongd – sagt øðrvísi, so er vandi fyri, at kreppan tekur møguleikan til eina góða framtíð frá teimum, sigur Karen Hækkerup. 

ST-neyðhjálparfelagsskapurin UNICEF hevur ikki áður verið í Føroyum, men verður tað nú og frameftir, vísir Karen Hækkerup á:

- Vit vita, at føroyingar fegin hjálpa neyðstøddum børnum úti í heimi, og tí biðja vit nú eisini føroyingar um hjálp. Standa vit saman, kunnu vit hjálpa heimsins børnum gjøgnum tær myrkastu tíðirnar og sleppa undan, at eitt heilt ættarlið fer fyri skeytið. Og hóast uppgávan, sum liggur fyri okkum, er ovurhonds, eru grundir at hava góðar vónir. 

Nógvir eru møguleikarnir hjá føroyingum at hjálpa UNICEF at hjálpa børnum úti í heimi. Til dømis ber til at stuðla við 100 krónum fast hvønn mánað sum Heimsforeldur, og tað kann gera veruligan mun fyri framtíðina hjá mongum børnum. 

Fær UNICEF teir pengar, ið krevjast, kann felagsskapurin røkka út til 6,3 milliónir børn við viðgerð fyri bráðkomið maktarloysi av vánaligari føðslu. Mett verður, at á leið 36 milliónir børn – fleiri enn nakrantíð áður – eru rikin úr heimum sínum av stríði, harðskapi og vanlukkum.    

- Hesi børnini fáa ikki hjálp, um vit ikki koma fram við øllum tí mest grundleggjandi sum vatni og mati. Tí biðja vit í ár heimssamfelagið um størri upphædd enn nakrantíð áður, sigur Karen Hækkerup.

Kreppan ávirkar skúlagongdina
Tað er ikki bara heilsan hjá børnum, ið svíður fyri covid-19. Alheims farsóttin hevur eisini elvt til útbúgvingarkreppu.   

Í farsóttini hava stívliga 1,6 milliardir børn ikki kunnað verið í skúla. Í Føroyum og aðrastaðni varð farið eftir tøkniligum loysnum, men tað var ikki møguligt hjá hálvari milliard av børnum at fáa undirvísing á netinum. Nógv teirra eru í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa á skúlabonk – ein vanlukka, ikki bara fyri einstaka barnið, men fyri alt heimssamfelagið.   

- Vit mugu ikki sleppa børnunum upp á fjall – tað er á ongan hátt ein sjálvfylgja, at øll heimsins børn koma aftur í skúla, í roynd og veru eru nógv av heimsins fátækastu børnum í vanda fyri ongantíð aftur at sleppa í skúla, og tey kunnu detta úr útbúgvingarskipanunum. Vit tosa um munin á einari framtíð við møguleikum, útbúgving og arbeiði og einari framtíð, sum tíverri fer at minna um ta hjá foreldrum teirra, sigur Karen Hækkerup.

Á heimasíðuni www.unicef.fo kanst tú lesa meira um, hvussu tú sum føroyingur kanst hjálpa UNICEF við at hjálpa heimsins børnum. 

FAKTA:
UNICEF fer við 2021-pengum at røkka út til:

  • 190 milliónir børn í 149 londum og landaøkjum
  • 149 milliónir kvinnur og gentur og 7,4 milliónir børn, sum bera brek
  • 6,3 milliónir børn við viðgerð fyri ógvisligt, bráðkomið maktarloysi av vánaligari føðslu
  • 27,4 milliónir børn við meslingakoppseting
  • 45 milliónir menniskju, sum sleppa fram at tryggum drekkivatni, matgerð og persónligum reinføri
  • 19,2 milliónir børn og røktarar, sum fáa sinnisligan og sálarsosialan stuðul
  • 17 milliónir børn og kvinnur, sum skulu hava hjálp til at sleppa undan kynsgrundaðum harðskapi 
  • 93,3 milliónir børn við formligari ella óformligari útbúgving, eisini við at fáa læru tíðliga

Tíðindaskriv frá UNICEF

[object Object]
(Mynd: Unicef)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder