Innanlands

Ungt Virki í SMS í dag

Í fjør var tiltakið á netinum, men í ár er støðan ta betur, og verður tiltakið tí aftur á Torginum í SMS – Í ár luttaka 12 bólkar við tilsamans 47 næmingum

2021-03-05 08:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, fríggjadagin 5. mars, verður tiltakið Ungt Virki á Torginum í SMS.

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika og hvussu tey fáa hesar út á marknaðin.

Í ár luttaka 12 bólkar við tilsamans 47 næmingum, sum koma frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi í Havn, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.

Í fjør varð endaliga tiltakið hildið á netinum, og í ár er støðan ta betur, og tiltakið verður tí aftur á Torginum í SMS. Byrjað verður klokkan 10, og tiltakið endar klokkan 16, tá vinnarin verður kosin.

Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar. Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og hava harumframt fingið fíggjarligan stuðul frá Betri.

Sjey dómarar úr føroyska vinnulívinum koma at meta um hugskotini og geva bólkunum afturmeldingar um teirra hugskot og framløgur.

Menna næmingar til framtíðar størv
Kanningar vísa, sambært Glasi, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið.

Harumframt kenna næmingar, at teir hava nakað at geva samfelagnum, og teir eru meira bjartskygdir um framtíðina. Teir menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder