- Tað er sera harmiligt, at IOC framvegis ikki vil viðurkenna Føroyar sum sjálvstøðuga olympiska tjóð. Føroysk ítróttafólk hava ferð eftir ferð prógvað, at tey hoyra heima millum heimsins bestu, og tey eiga sjálvsagt eisini at fáa møguleikan at kappast á olympiska pallinum.
Soleiðis byrjar Sambandsflokkurin eitt skriv á Facebook-síðu sínari í dag í sambandi við boðini hjá Ítróttasambandi Føroya í gjár.
Sí eisini: IOC sigur kortanei: Heldur eingi føroysk lið til OL 2028
Sambandsflokkurin skrivar, at flokkurin áhaldandi hevur arbeitt fyri føroyskum IOC-limaskapi, og at man vil hava Føroyar á olympiska pallin undir egnum flaggi.
- Hetta er eisini endurspeglað í samgonguskjalinum. Men fyri okkum hevur málið altíð verið at tryggja føroyskum ítróttafólkum olympiska luttøku – ikki at brúka ítróttin sum amboð í einum ríkisrættarligum stríði.
Skiljast skal ímillum hettta, vísir flokkurin við landsstýrismanninum í uttanríkismálum á, nú málið skal viðgerast politiskt aftur. Arbeiðast skal við millum annað donskum myndugleikum
Sí eisini: Løgmaður kallar forfólkini á fund at umrøða IOC
![]()
Sambandsflokkurin setur stór spurnartekin við støðuna, nú nógvar røddir eru frammi um, at loysing skal til og so framvegis.
- Spurningurin er, um vit eru sinnað at seta allar teir mongu fyrimunirnar við ríkisfelagsskapinum upp á spæl fyri at fáa limaskap í IOC.Vit kunnu ikki seta IOC limaskap upp ímóti at skulu loysa Føroyar frá Ríkisfelagsskapinum. Vit eiga heldur at standa saman um at finna eina loysn, sum tryggjar føroyskum ítróttafólkum møguleikan at luttaka á olympiska pallinum, uttan at vit samstundis noyðast at gera upp við ríkisfelagsskapin.
Bárður á Steig Nielsen, formaður floksins og landsstýrismaður í uttanríkismálum, vitjar í tíðindunum klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald