Mentan

Ungdómsleikur berjist ímóti homofobi í fótbóltsheiminum

Leikurin Offside er partur av skránni á barna- og ungdómsfestivalinum Frítt Flog

2022-03-15 09:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat gert tú sum ungur fótbóltsleikari, um tú ert samkyndur, men tað ringasta tú kanst vera á ítróttavøllinum og skiftingarrúmin er ein "reyvari"?

Á barna- og ungdómsfestivalinum Frítt Flog sýnir Norðurlandahúsið sjónleikin "Offside" tann 28. mars. 

Offside fer fram í einum lítlum fótbóltsfelag, har teir ungu dreingirnir droyma um at sleppa at spæla á meistaradeildini. Nick er ein av teimum bestu á liðnum, og pápi hansara, sum eisini er venjari, hevur stórar ætlanir fyri sonin. Asbjørn er júst fluttur til býin, og má kempa fyri at gerast ein partur av liðnum. Nick verjir Asbjørn, og teirra vinarlag broytist til forelskilsi. 

Slatur um at dreingirnir eru vornir góðir við hvønn annan fer at ganga beint áðrenn ein umráðandi dyst, har talentleitarar koma frá fótbóltsaksdeminum. Her gongur tað upp fyri Nick, at hann ikki bert skal stríðast fyri hesum á heimavøllinum. Har er jú ongin samkyndur leikari í meistaradeildini – ella er tað? 

Offside vísir okkum, hvussu ringt tað kann vera at koma út sum samkyndur í einum mannsligum ítrottarumhvørvi, har orð sum rumpari, geykari og genta verða brúkt niðrandi um leikarar, ið ikki duga nóg væl. Leikurin snýr seg um kærleika, normar, tabu og at standa við hvør mann er. 

Danska verkætlanarsjónleikarahúsið HiLS SiN MOR, í samstarv við Teatret Masken, hevur framleitt leikin. HiLS DiN MOR ger leikir við LGBTQ+ evnum sum snúningsdepli. Sjónleikarhúsið ger sjónleik til ung, tí tað er umráðandi at fáa kunnleika um kyn og kynslív, tá mann kemur í kynbúningaraldur og byrjar at menna sín samleika. 

Offside er stílað til børn, ið eru 13 ár og eldri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder