2022-05-12 15:09

Í morgin, fríggjakvøldið 13. mai klokkan 20.00, verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni.
Á skránni verður nógvur sangur. Umframt felagssang og lovsang fáa vit vitjan av Jens Marna Hansen, ið kemur at framføra nakrar sangir. Hanus á Gørðum, prestur, talar, og eisini verður altargongd.
Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum við kaffi, køkum og hugnaligari samveru.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald