Innanlands

Unga Tjóðveldið fingið nýggja landsnevnd

– Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið so breitt fevnandi nevnd, við limum úr fleiri økjum í landinum enn áður. Eisini hevur nevndin fulla javnstøðu, sigur ungmannafelagið hjá Tjóðveldinum

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins 2021-2022. Frá vinstru: Benjamin Thomassen, Jógvan Jón Henriksen, Bjørk Sørensen, Rókur Herup Olsen, Marta Djurhuus, Bjørg Hoydal Brimnes, Jóhannis Erlendsson. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge vantar á myndini (Mynd: Unga Tjóðveldið)

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins 2021-2022. Frá vinstru: Benjamin Thomassen, Jógvan Jón Henriksen, Bjørk Sørensen, Rókur Herup Olsen, Marta Djurhuus, Bjørg Hoydal Brimnes, Jóhannis Erlendsson. Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge vantar á myndini (Mynd: Unga Tjóðveldið)

2022-06-04 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungmannafelagið hjá Tjóðveldi, Unga Tjóðveldið, hevur nú fingið nýggja landsnevnd.

Leygardagin 21. mai skipaði Unga Tjóðveldið, fyri landsfundi, har nýggja landsnevndin varð vald.

Nýggja nevndin er mannað soleiðis:

  • Rókur Herup Olsen, formaður
  • Bjørk Sørensen, næstforkvinna
  • Jóhannis Erlendsson, kassameistari
  • Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, skrivari
  • Benjamin Thomassen, nevndarlimur
  • Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur
  • Jógvan Jón Henriksen, nevndarlimur
  • Marta Djurhuus, nevndarlimur

– Vit eru sera fegin um, at vit hava fingið so breitt fevnandi nevnd, við limum úr fleiri økjum í landinum enn áður. Eisini hevur nevndin fulla javnstøðu, og tað hevur formansskapurin eisini, skrivar Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi.

Unga Tjóðveldið skrivar, at tey hava sett sær nøkur mál at arbeiða við komandi tíðina, sum tey meta vera alneyðug at varpa ljós á.

Millum hesi eru, at korini hjá ungum arbeiðsfólki og lærlingum skulu betrast, Føroyar skulu flyta seg framá móti fullveldi, og framstig má gerast á orku- og umhvørvisøkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder