Innanlands

Ung í arbeiði í Sunda kommunu verður í summar

Tilboðið er til ung í kommununi, sum hetta skúlaárið ganga í ávikavist 8. og 9. flokki. Talan er um arbeiði 8-16 fimm gerandisdagar um vikuna

Til ber at melda seg á sunda.fo. Freistin er mánadagin 13. juni (Mynd: Sunda kommuna)

Til ber at melda seg á sunda.fo. Freistin er mánadagin 13. juni (Mynd: Sunda kommuna)

2022-06-01 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2022. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27,
frá mánadegnum 27. juni til og við fríggjadagin 8. juli.

Hesum boðar Sunda kommuna frá á heimasíðu sínari. Kommunan er ein av teimum mongu, ið hevur hendan møguleikan hvørt summar.

- Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum skúlaárið 2021/2022 ganga í ávikavist 8. og 9. flokki.

Arbeiðstíðin er frá 08.00 til 16.00, fimm dagar um vikuna, og lønin er 75 prosent av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag, umframt frítíðarløn, skrivar sunda.fo

Til ber at melda seg her. Freistin er mánadagin 13. juni.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder