Innanlands

Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggja nevnd

Nevndin er farin frá trimum til fimm fólk. Greitt er eisini, at Aksel Kambsskarð Berg heldur fram sum formaður, og at Rósa Tyril Gaardlykke og Steffan Klein Poulsen taka enn eitt tørn í nevndini

Steffan Klein Poulsen (t.v) og Aksel Berg í miðjuni - her staddir á Gamla Apotekið (Mynd: Sverri Egholm)

Steffan Klein Poulsen (t.v) og Aksel Berg í miðjuni - her staddir á Gamla Apotekið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-15 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ung fyri Miðflokkin hevði í gjár, mánadagin 14. november,  aðalfund á Gamla Apoteki í Tórshavn t. 14. novembur 2022.

Her var millum annað nevndarval á skránni. Eftir tað var greitt, at tey trý, sum hava sitið frammanundan halda fram. Aksel Kambsskarð Berg er afturvaldur sum formaður, Rósa Tyril Gaardlykke sum skrivari, og Steffan Klein Poulsen, ið hevur verið tinglimur í valskeiðnum, heldur fram sum nevndarlimir.

Aksel Kambsskarð Berg er 26-ára gamal og lækni. Hann var við til floksleiðslufund Miðfloksins í síðst viku, tá avgerð varð tikin um at fara úr samgonguni

[object Object]
Steffan Klein Poulsen (t.v) og Aksel Berg í miðjuni. Hetta var á lagnufundi á Gamla Apotekið fyri viku síðarni (Mynd: Sverri Egholm)

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Aksel Kambsskarð Berg
Næstformaður: Martin Nysted Gardar
Skrivari: Markus Mortensen
Kassameistari: Rósa Tyril Gaardlykke
Nevndarlimur: Steffan Klein Poulsen

Teir báðir Martin og Markus, ávíkavist út Klaksvík og Tórshavn, eru heilt nýggir í nevndini. Ung fyri Miðflokkin hevði frammanundan bert trý fólk í nevndini.

Í skrivi frá felagnum stendur eisini, at í samband við løgtingsvalið varð tað á aðalfundinum samtykt, at virka fyri at gerandisdagurin skal gerast lættari hjá ungum, lesandi og barnafamiljum m.a. við millum  at lækka avgjøld á gerandisvørur, at sálarheilsan hjá ungum og børnum veruliga skal setast á breddan, og peningur játtast til endamálið, og at etisk mál skulu hava raðfestan, við tað at tað siðbundna skal verjast, eins og rætturin til lív skal staðfestast við lóg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder