Innanlands

Undrast á, at ókoppsett verða kannað ókeypis meðan koppsett mugu rinda

Hvør er ætlanin við kanningum við landamørkini. Tað vil Beinta Løwe hava løgmann at svara

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-16 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani leygardagin eru koronukanningar aftur gjørdar við landamøkini. Men hesaferð eru tær ókeypis - ókeypis fyri tey sum ikki eru koppsett. Hini, tey sum eru koppsett, hava verið smittað ella hava nýggja test og harvið hava koronupass, skulu ikki kannast, og kunnu tí ganga framvið kanningarbásunum við at vísa passið.

Um tey við koronupassið ynskja, at lata seg kanna kortini, skulu tey rinda fyri hetta.

Tað undrar Beintu Løwe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, at kanningarnar eru ókeypis fyri ókoppsett, og hon hevur sett Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, ein grein 52 fyrispurning um málið.

Hon spyr hví kanningarnar eru ókeypis, og hvussu nógv løgmaður væntar, at kostnaðurin hjá landskassanum fara at vera av hesum.

Hon spyr eisini um ætlanin er at leggja uppskot fyri løgtingið um, at øll ferðafolk, koppsett sum ókoppsett, skulu rinda fyri koronukanningar við markið á sama hátt, sum tað var áður.

- Løgtingið hevur áður samtykt, at ferðafólk sjálvi skuldu rinda fyri koronukanningar við markið, men tann skipanin er ikki í gildi longur. Hetta spardi føroyska skattgjaldaranum nógvar milliónir, skrivar Beinta Løwe í viðmerkingunum.

- Tí kann tað tykjast undranarvert, at kanningin av ókoppsettum ferðandi nú er ókeypis, at skattgjaldarin skal rinda fyri hetta, meðan tey koppsettu ferðandi sjálvi skulu rinda, um tey ynskja at verða kannað við komu til landið, sigur tingkvinnan.

Grein 52 fyrispurningar skulu svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at teir eru settir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder