Uttanlands

Undirskriftin vantar og stór óvissa valdar

Ein atkvøðugreiðsla í bretska Undirhúsinum varð leygardagin útsett -  seinni í dag verður møguliga atkvøtt um skilnaðaravtaluna, ið Boris Johnson hevur gjørt við ES

Boris Johnson og hansara skilnaðaravtala við ES eru undir stórum trýsti

Boris Johnson og hansara skilnaðaravtala við ES eru undir stórum trýsti

2019-10-21 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10 dagar. Brexit dagfestingin, ið bretski forsætisráðharrin ferð aftaná ferð hevur sagt, at hann ikki fer at útseta, er næstan her.

Boris Johnson varð tó eftir dramatiska dagin í Undirhúsinum leygardagin noyddur til senda bræv til ES, har hann í einum parti vísir til lógina, ið noyðir hann at biðja ES um at fáa freistina útsetta, og har forsætisráðharrin í einum øðrum parti vísir á, at hann heldur, at tað er talan um mistak at útseta freistin. Tað er fyrri parturin, ið miðlar skriva, at Johnson ikki hevur skrivað undir. Hetta merkir harvið ikki, at avtalan millum ES og Johnson er vrakað.

Les eisini: Boris Johnson biðjur ES um at útseta Brexit
                 Undirhúsið samtykti broytingaruppskot
                 

Eftir at skilnaðaravtala kom í lag millum Boris Johnson og formannin fyri ES-nevndina, Jean-Claude Juncker, hósdagin, varð lagt upp til, at bretska tjóðartingið leygardagin skuldi atkvøða fyri hesum, so at at Brexit so at siga endaliga var uppiá pláss. Men so varð ikki. Norðuríski stuðulsflokkurin hjá stjórnini, DUP, gjørdi skjótt greitt, at hann stuðlar uppskotinum, og tað ger andstøðan við Labour á odda heldur ikki. 

Les eisini: Andstøðan tekur ikki undir við nýggju avtaluni

Tað gekk ikki sum ætlað hjá forsætisráðharranum leygardagin, Nú er tað upp til formanninum í Undirhúsinum, ”Speaker of The House”, John Bercow. Hann skal gera av, um tingið skal atkvøða um avtaluna, og hendan avgerandi løtan kann verða seinnapartin ella í kvøld. Boris Johnson heldur fast við, at stjórnin skal hava møguleika fyri at siga ja ella nei til avtaluna, og at hetta skal henda í dag. Tað segði hann við BBC í gjár.

Dominic Raab, uttanríkisráðharri, tosaði eisini við BBC í gjár. Hann er vísur í, at yvirtal er í stjórnini fyri uppskotinum. 326 av teimum 650 limunum í Undirhúsinum skulu atkvøða ja, fyri at avtalan skal koma ígjøgnum. Um hon ikki ger tað, er alt viðvíkjandi Brexit meira óvist, tí so bendir tað á, at Bretland fer úr samveldinum uttan eina avtalu. Sambært The Guardian manglar Boris Johnson seks atkvøður, sum tað sær út í løtuni, Hetta er tó, sum við øllum øðrum viðvíkjandi Brexit í hesum døgum, sera óvist 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder