Mentan

Undansøga til "Ringanna Harri" sett met á Amazon Prime

Tá fyrstu partarnir av røðini "The Rings of Power" komu út á stroymingartænastuna hjá Amazon fríggjadagin, vórðu teir stroymdir av 25 milliónum fólkum kring heimin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-09-04 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin gjørdust fyrstu partarnir av røðini "The Rings of Power" tøkir á stroymingartænastuni Amazon Prime, og sambært Amazon tók røðin øll metini hjá stroymingartænastuni á fyrsta degi.

Røðin byggir á fantasy-heimin hjá J.R.R. Tolkien, og er hon ein undansøga til "Ringanna Harri"-tríverkið.

Amazon hevur brúkt nógvar pengar uppá røðina, sum skal kappast við aðrar stroymingartænastur sum Netflix, HBO Max og Disney+. Røðin hevur nevniliga higartil kostað 715 milliónir dollarar ella 5,3 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

Á frumsýningardegnum hugdu 25 milliónir fólk kring heimin eftir teimum báðum fyrstu pørtunum, og Amazon sigur, at hetta var størsta frumsýning teirra nakrantíð.

"The Rings of Power" gongur fyri seg í Miðgarði, eins og "Ringanna Harri", tó fleiri túsund ár áðrenn tíðina hjá Frodo og hinum, sum fólk kenna úr upprunabókarøðini og filmsrøðini av sama navni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder