Innanlands

Umhvørvisvinarlig pantskipan og kontantleys søla á Tórsvølli

Eins og á festivalunum í summar, verður sølan í básunum á Tórsvølli í kvøld kontantfrí

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-25 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og á festivalunum í summar, verður einans kontantfrí søla í básinum á Tórsvølli til finaluna um løgmanssteypið.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á Facebook í dag.

Pantskipanin riggar á tann hátt, at 10 krónur verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð farið verður í básarnar, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og tú sparir pantið. Ynskir tú at fáa pantið útgoldið, ber til at lata gløsini inn í trimum sølubúðum á tórsvølli.

Tað verður tó møguligt at nýta reiðan pening í no. 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder