Innanlands

Umhvørvisstovan við dagførdari útgáva av trimum føroyskum sjókortum

Talan er um pappírskort av havnum og akkersplássum av útnyrðingsøkinum, landnyrðingsøkinum og av suðurøkinum, sum seinast vóru givin út í 2011

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-13 18:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisstovan hevur nú givið trý dagførd sjókort út av nýggjum, ið skip og bátar eiga at brúka, so tey kunnu sigla trygt.

Talan er um pappírskort av havnum og akkersplássum av útnyrðingsøkinum, landnyrðingsøkinum og av suðurøkinum. 

Seinast hesi kortini vóru givin út var í 2011, og tí eru nógvar dagføringar gjørdar, skrivar Umhvørvisstovan.

Hetta eru fyrstu sjókortini sum eru útgivin eftir at sjókortmyndugleikin kom á føroyskar hendur 1. januar í 2020. Sum nakað nýtt er teksturin á kortunum nú á føroyskum og enskum, har hann fyrr var á donskum og enskum. 

Harumframt verða bæði pappírskort og teldutøk kort nú framleidd úr einum og sama dátugrunni. Soleiðis verður tryggjað, at kortinnihaldið er eins.

Sum er, finnast átta føroysk pappírs sjókort og nú tey fyrstu trý eru dagførd, verður farið undir at dagføra hini kortini, skrivar Umhvørvisstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder