Innanlands

Umhvørvisstovan: Væleydnað skeið um at fyribyrgja og týna rottu

27 fólk frá kommunum, Landsverki, IRF og Strandfaraskipum Landsins luttóku á skeiðnum, sum er tað fyrsta av sínum slag í Føroyum

27 fólk luttóku herfyri á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu (Mynd: Umhvørvisstovan)

27 fólk luttóku herfyri á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu (Mynd: Umhvørvisstovan)

2022-05-13 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 26. til 29. apríl hava 27 fólk frá kommunum, Landsverki, IRF og Strandfaraskipum Landsins verið á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu.

Skeiðið gav luttakarunum holla vitan um lívfrøðina hjá rottu, hennara livihátt og hvussu man her finnur hennara skjól og forðar henni í at trívast. Harafturat fingu luttakararnir kunnleika um rottueitur, fellur og at rottutryggja bygningar uttanífrá og við praktiskari roynd at finna feilir á bygningum, skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuna.

Skeiðið endaði við próvtøku, sum gevur luttakarunum møguleika at fáa løggilding at fyribyrgja og týna rottu.

Talan var um fyrsta skeið av sínum slag í Føroyum, skrivar Umhvørvisstovan, sum sigur seg fegnast um, at tað var fullteknað.

– Okkara vón er at styrkja samskiftið og fakliga samstarvið millum kommunur og millum kommunur og landsmyndugleikar. Vit vilja eisini styrkja forstáilsi millum borgarar og myndugleikar um, hvønn týdning teirra leiklutur í eini munadyggari fyribyrging og týning av rottu hevur fyri føroyska samfelagið og náttúruna. Vit meta, at hetta er eitt tað fremsta sum flestu kommunur kunnu gera fyri at verja náttúruna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder