Mentan

Um at vera liðugt við "Um at vera menniskja"

Næsta verkætlanin hjá Tjóðpallinum verður ein barnaleikur

2021-02-15 16:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftaná 25 útseldar sýningar á Tjóðpallinum vera tær seinastu sýningarnar nú av leikinum “Um at vera menniskja”.

Leikurin, ið hevur fingið stak góðar afturmeldingar frá bæði áskoðarum og ummælarum, er ein pallseting av filmstríverkinum hjá Roy Andersson, ið norski leikstjórin Torfinn Nag hevur gjørt og sjálvur hevur leikstjórnað á Tjóðpallinum.

Leikarar eru Herfinnur Árnafjall, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Laura Joensen, Edith Dahl Jakobsen og Esther á Fjallinum. Pallmyndina eigur Edward Fuglø og ljóssniðgevi er Turpin Napoleon Djurhuus.

Seinastu sýningarnar verða týsdagin til fríggjadagin klokkan 19.30 og leygardagin klokkan 18.

- Vit eru so glað fyri, at tað eydnaðist okkum at fáa hendan leikin á pall mitt í koronutíðini við øllum hugsandi forðingum, og ikki minst at fólk hava tikið so væl ímóti honum. Og ja, hetta eru veruliga seinastu sýningarnar, tí aðrar uppgávur bíða eftir leikarunum bæði í Føroyum og uttanlands, og tí ber tíverri ikki at hava fleiri sýningar, sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum.

- Næsta verkætlan á Tjóðpallinum verður ein barnaleikur, og so bíða vit sjálvandi í spenningi eftir at frætta um staðsetingina og byggingina av nýggja Tjóðpallinum nú í vár. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder