Mentan

Ukraina vann Eurovision

Ongantíð áður hevur eitt land fingið so nógv stig frá hyggjarunum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-15 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var Ukraina og bólkurin Kalush Orchestra, sum vann stóru sangkappingin Eurovision í gjárkvøldið.

Við lagnum “Stefania” fekk Ukraina 631 stig frá hyggjarum og dómsnevndunum. 192 stig komu frá dómsnevndini, og tað hevði verið nokk til eitt fjórða pláss, men hyggjararnir góvu Ukraina 439 stig. Bara 29 stig frá tí mest møguliga.

Hetta er hægsta talið á stigum, sum ein Eurovision-vinnari hevur fingið.

Vinnarar seinastu 10 árini

2022: Ukraina, Kalush Orchestra, ”Stefania”.

2021: Italia, Måneskin, ”Zitti E Buoni”.

2020: Eurovision varð avlýst orsakað av koronu.

2019: Niðurlond, Duncan Laurence, ”Arcade”.

2018: Ísrael, Netta, ”Toy”.

2017: Portugal, Salvador Sobral, ”Amar Pelos Dois”.

2016: Ukraina, Jamala, ”1944”.

2015: Svøríki, Måns Zelmerlöv, ”Heroes”.

2014: Eysturríki, Conchita Wurst, ”Rise Like a Phoenix”.

2013: Danmark, Emmelie de Forest, ”Only Teardrops”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder