Uttanlands

Týskland: Ríkisdagurin góðkent broyting í stýrisskipanini

Tað er neyðugt fyri, at týska stjórnin kann taka lán til at fíggja eina játtan á 100 milliardir evrur til herin

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz (Mynd: EPA)

2022-06-04 15:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin góðkendi týski ríkisdagurin eina broyting í landsins stýrisskipan, so Týskland kann játta 100 milliardir evrur til at nútímasgera herin.

Tað var 29. mai, at stjórn og andstøðu vórðu samd um at játta hesa upphæddina til herin.

Les eisini: Týskland: 100 milliardir evrur játtaðar til at nútímanssgera herin

Hetta skal fíggjast gjøgnum lán, og tí varð neyðugt við broyting í stýriskipanini, sum hevur eitt loft yvir, hvussu nógva nýggja skuld stjórnin kann fáa.

Uppskotið um broyting í stýrisskipanini krevur, at tveir triðingar av limunum í báðum lóggevandi kømrunum í Týsklandi góðkenna uppskotið, og tað eina – ríkisdagurin – góðkendi uppskotið fríggjadagin.

Við nýggju fíggingini kann Týskland røkka málinum hjá Nato um, at tvey prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku (btú) skal brúkast til verju. Týskland hevur fyrr verið fyri atfinningum fyri ikki at liva upp til hetta.

Samstundis merkir hetta, at Týskland verður millum tey trý londini í heiminum, sum brúka mest pening til herin. Tað verða bert USA og Kina sum brúka meira, skrivar Ritzau.

Peningurin skal m.a. brúkast til at keypa betri hernaðarútgerð, m.a. flogfør, stríðsvognar, lóður og betri útgerð til herfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder