- So her er rokan í fjørðini
Tað kundi vakthavandi á løgreglustøðini í Havn staðfesta í morgun. Grindaboð hevur verið at hoyrt fleiri ferðir hesa vikuna, og mikukvøldið var stór grind hildin til í Sandagerði, umframt at samanlagt 230 springarar vórðu hildnir til í Skálafirði og í Hvalvík.
Tað eru eisini mest sannlíkt "restir" frá hesum bólkunum - hvalir og springarar ið sluppu sær burtur - sum í gjár vóru á síggja ymsastaðni kring Føroyar.
Vakthavandi upplýsir, at løgreglan hósdagin fekk fráboðan um grind í fýra ymiskum støðum.
Út fyri Hvalvík vóru umleið 60 springarar sæddir, men sýslumaðurin gav boð um, at tað ikki skuldi haldast springarar til annan dagin á rað.
Somu boð vóru í Tangafirði og síðani í Skálafirði - í seinna førinum var í øllum førum talan um hvalir. Nóg mikið av grind er til nú, vóru boðini.
Kári Thorsteinsson, sýslumaður, her saman við Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, tá tey skuldu byrja at skera upp í høvuðsstaðnum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Byrjaði at skera upp á Vestaru Bryggju
Eisini í Suðuroy var ein grind at síggja. Hetta millum Hov og Tvøroyri. Sambært løgregluni man sýslumaðurin einki hava gjørt við hetta, tí eingin grind varð hildin til í gjár.
Boðað varð eisini frá, at teir útlendingar sum royndu at órógva springaradrápið í Hvalvík mikudagin, hava fingið bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald