Innanlands

Heilivágsráðið farið til verka

Nýggja heilivágsráðið, sum skal virka fyri skynsamari heilivágsviðgerð, fer nú til verka

Landsstýriskvinnan í heilsumálum heilsað hósdagin upp á nýggja Heilivágsráðið, sum nú fer til verka

Landsstýriskvinnan í heilsumálum heilsað hósdagin upp á nýggja Heilivágsráðið, sum nú fer til verka

2026-05-30 16:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilivágsráðið skal virka fyri skynsamari heilivágsviðgerð og tryggja, at tilfeingið á heilivágsøkinum verður gagnnýtt sum best. Ráðið skal millum annað kunna um skynsama nýtslu av heilivági, fylgja gongdini á økinum og koma við fakligum tilmælum í málum, sum kunnu hava týdning fyri viðgerðina og heilivágsútreiðslurnar.

Tað hevur týdning fyri landsstýriskvinnuna, at skynsom heilivágsnýtsla ikki einans snýr seg um útreiðslur, men eisini um dygd, trygd og fakliga vælgrundaða viðgerð.

Heilivágsráðið skal vera eitt fakliga sterkt ráð, sum kann vera við til at tryggja, at heilivágur verður brúktur rætt og skynsamt. Tað snýr seg um røttu viðgerðina til sjúklingin, á røttum grundarlagi, sigur landsstýriskvinnan.

Í Heilivágsráðnum eru Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd og formaður í Heilivágsráðnum, Ingun Hansen, virkandi landsapotekari, Elin Mouritsen, farmaseutur í Apoteksverkinum og samskipari í Heilivágsráðnum, Gunnhild Helmsdal, kommunulækni, og Jan Rasmussen, læknafakligur depilsleiðari á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Heilsu- og orkumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder