Uttanlands

Týskland letur eisini uppaftur

Sleppa til handils aftur – og at síggja bundesligafótbólt í sjónvarpinum uttan áskoðarar seinni í mánaðinum

Angela Merkel á tíðindafundi í gjár (Mynd: EPA)

Angela Merkel á tíðindafundi í gjár (Mynd: EPA)

2020-05-07 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týskarar kunnu nú síggja fram til at sleppa til handils aftur, síggja fótbólt í sjónvarpinum og senda børn í skúla.

Í gjár boðaði Angela Merkel, samveldiskanslari frá, at Týskland nú fer at lata landið spakuliga uppaftur.

Hetta hevur við sær, at handlarnir sleppa at hava opið, um teir annars fylgja leiðreglunum um frástøðu og reinføri. Tað verður eisini loyvt týskarum frá ymsum húsarhaldum at hittast aftur, og næmingarnir sleppa so líðandi í skúla aftur.

Harumframt kunnu fótbóltsfjepparar eisini síggja fram til, at týska Bundesligan fer í gongd aftur – uttan áskoðarar – seinni í mai.

Fráboðanin kom eftir at Merkel kanslari hevði sitið á videofundi saman við stjórnarforsetunum í teimum 16 týsku stakríkjunum.

Týskland hevur verið afturlatið síðan í marts, og síðst í apríl varð kravt av øllum, sum ferðast alment, at tey bera bind fyri andlitið.

Men nú er stundin komin, at landið kann lata uppaftur, segði Angela Merkel í gjár.

- Fyrsta skeið av koronafarsóttini er farið afturum. Vit eru í eini støðu, har vit kunnu siga, at vit hava nátt stevnumiðnum um at støðga virusinum og verja okkara heilsustarvsfólki, segði kanslarin.

Týskarar verða mæltir til framvegis at halda hálvanannan meturs fjarstøðu og stórar mannamúgvur eru framvegis bannaðar, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder