Uttanlands

Týski kanslarin vitjaði Navalnyj á sjúkrahúsinum

Russiski andstøðupolitikarin sigur, at hann er sera takksamur fyri, at Angela Merkel vitjaði hann, meðan hann var innlagdur í Berlin

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

2020-09-28 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, sum varð innlagdur í Berlin fyri eitran, fekk fína vitjan, meðan hann varð innlagdur í týska høvuðsstaðnum.

Tað var týski kanslarin, Angela Merkel, sum vitjaði Navalnyj á sjúkrahúsinum, váttar hann á Twitter í dag.

Tað var ikki loyniligt, hóast talan var um eina privata vitjan, og er hann sera takksamur fyri, at Angela Merkel vitjaði hann, meðan hann varð innlagdur, sigur hann sambært Ritzau.

Týski miðilin Der Spiegel kallar vitjanina hjá Merkel fyri eina óvanliga gerð, sum undirstrikar tann samhugan, sum týski kanslarin hevur við Navalnyj, sum hevur verið sera atfinningarsamur móti russisku stjórnini.

Tað var 20. august, at Navalnyj varð vorðin sjúkur umborð á einum flogfari, sum var ávegis til Moskva úr Sibiria. Flogfarið mátti neyðlenda, so hann kundi innleggjast í Sibiria, og síðani varð hann fluttur til universitetssjúkrahúsið Charité í Berlin.

Týskir serfrøðingar hava staðfest, at Navalnyj varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok, ið varð ment undir Sovjetsamveldinum. Novitjok varð m.a. brúkt móti einum fyrrverandi russiskum agenti í bretska býnum Salisbury fyri tveimum árum síðani.

Russiska stjórnin hevur tó víst aftur, at tey hava roynt at eitra Navalnyj, og setur hon spurnartekin við niðurstøðuni hjá týsku eiturfrøðingunum.

Aleksej Navalnyj varð innlagdur á intensivari deild í 24 dagar, men í farnu viku varð hann útskrivaður.

Les eisini: Aleksej Navalnyj er útskrivaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder