Amerikanski forsetin, Donald Trump váttar, at hann hevur avvíst uppskotið hjá Iran til eina friðaravtalu, sum m.a. skuldi fáa Hormuzsundið latið uppaftur innan sjey dagar.
Les eisini: Miðil: Trump tekur ikki undir við iranskari ætlan
– Tey vilja gera eina avtalu fyri alt fyri eitt at lata Hormuzsundið uppaftur, tí tey eru við at tapa stórt. Vit eru við at vinna stórt, segði Trump leygardagin sambært Reuters.
Amerikanski forsetin legði tó afturat, at hann er fegin um, at iranar ynskja at gera eian avtalu.
– Teir vilja gera eina avtalu, og eg haldi, at tað er gott. Mær dámar eisini væl at gera avtalur. Tað, sum teir vilja gera alt fyri eitt er at lata Hormuzsundið uppaftur... tí teir hava ongar inntøkur, tí teir fáa tær frá Hormuzsundinum, segði Trump.
Uppskotið hjá Iran snýr seg m.a. um eina vápnahvíld í sjey dagar, sum eisini fevnir um Libanon, at fáa ein enda á amerikanska stongslinum av iranskum havnum, og leysgeving av innifrystari ogn hjá Iran - í minsta lagi 12 milliardir dollarar. Eisini skal USA strika revsitiltøk, sum raka iranska olju. Á sjeynda degi ætlar Iran so at lata Hormuzsundið uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald