2022-08-01 08:50

Í nátt var tyrlan hjá Atlantic Airways boðsend til Norrøna eftir einum persóni, sum hevði tørv á bráðfeingis læknahjálp.
Tað var klokkan uml. trý korter til eitt, at boðað varð frá, at eitt ferðafólk umborð hevði tørv á hjálp.
Sambært heimasíðuni hjá Vørn varð Norrøna stødd 23 fjórðingar eystur úr Skálhøvda.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald