Mentan

Týr eisini á Voxbotn

Væl samanspældi og rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni

2022-05-20 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin til Voxbotn 2022, leygardagin 25. juni, gerst bara størri og størri. Vit kunnu nú kunngera, at tað fer at runga á Vágsbotni, tá eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga rokkbólkurin Týr, eisini fer at framføra á Voxbotn.

Týr hava seinastu nógvu árini ferðast kring heimin, har teir hava spælt í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa. Nú fara teir at seta lív í fjøldina á Voxbotn 2022, og tað verður ikki spart uppá krútið; tá væl umtókti, væl samanspældi og sera rutineraði tungmálsbólkurin Týr trínur á pallin 25. juni. 

Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag og Safir eisini fara at framføra á Voxbotn 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder