Innanlands

Týðandi batar við Karlamagnusarbreyt

Íbúgvarnir niðast á Karlamagnusarbreyt fáa nú møguleika at seta bilin frá sær, børnini fáa spælipláss, og grønu geirarnir verða varðveittir

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-30 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at játta næstan 12 mió. krónur til parkering, ferðslutrygd og trivnað í Karlamagnusarbreyt.

Býráðið samtykti m.a. at keypa tvey grundstykki á Karlamagnusarbreyt 10 og 12 frá tryggingarfelagnum LÍV. Kommunan keypir tey fyri 4,6 mió. krónur.

– Við hesum grundstykkjunum ber til at nøkta tørvin á parkeringsplássum á strekkinum millum Hoyvíkar Skúla og Atlagøtu, omanfyri Bónus, skrivar Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í frágreiðing, sum sæst á heimasíðuni hjá kommununi.

Við at keypa hesi grundstykki slepst eisini undan at brúka grønar geirar til parkeringspláss, og sostatt verður grøni geirin millum Myllutjørn, Hoyvíkar Skúla og Hoyvíkshøllina varðveittur.

Sjey mió. krónur eru harumframt játtaðar til ferðslutrygd, trivnað og aðrar íløgur í økinum. Tríggjar mió. eru settar av til ferðslutrygd, gøtur og spælipláss, meðan fýra mió. eru settar av á íløguætlanini fyri 2021 hjá tekniska økinum.

Harafturat er tøk játtan á fíggjarætlanini fyri 2020 til lendisgøtur í økinum kring Karlamagnusarbreyt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder