Mentan

Twice Colonized í Filmsfelagnum

Týsdagin 11. apríl sýnir Filmsfelagið nýggja grønlendska heimildarfilmin, fekk tann sjáldsama heiður at verða frumsýndur á Sundance Film Festival í januar, og fyri stuttum at verða setanarfilmur á CPH:DOX

2023-04-03 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin í komandi viku, 11. apríl, sýnir Filmsfelagið nýggja grønlendska heimildarfilmin Twice Colonized, boðar Filmsfelagið frá í tíðindaskrivi.

33 ára gamla Lin Alluna, ið er útbúgvin á Danska Filmskúlanum í 2017, hevur í sjey ár gjørt heimildarfilmin, sum fekk tann sjáldsama heiður at verða frumsýndur á Sundance Film Festival í januar, og fyri stuttum at verða setanarfilmur á CPH:DOX.

Twice Colonized, sum varir hálvan annan tíma, er ein lýsing av grønlendsku Aaju Peter (f.1960), sum sigur við danska filmstíðarritið Ekko, at "Danskerne skal afkoloniseres!"

[object Object]

Filmurin sigur søguna um sakføraran og mannarættindastríðskvinnuna, Aaju Peter, sum stríðst fyri rættindum hjá inuit í Arktis, og vil hava eitt fast ES-ting fyri upprunafólk. Tá ein sorgarleikur rakar fólk, ið eru tætt at henni, fer Aaju at leita upp hendingar í egnari fortíð, samstundis sum hon frameftir setir sær fyri at tryggja upprunafólkinum frælsi og fólkaræði. Men ber tað til, at broyta heimin og samstundis lekja egin sár?

Í filminum fáa vit innlit í tankar um kolonialismu, sum ikki er av, og í arbeiðið hjá Aaju Peter í Grønlandi, Danmark og nýggja heimlandinum Kanada, har hon nú býr og virkar, skrivar Filmsfelagið.

Twice Colonized er fyrsti filmur hjá donsku Lin Alluna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder