Innanlands

Tvey fólk stungin til deyða í Nice

Álopið í morgun verður sammett við álopið tá lærari varð skorin á háls í Norðurfraklandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-29 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst tvey fólk lótu lív og minst ein er álvarsliga særdur í kníválopinum í Nice í morgun, skrivar Reuters.

Áopið hendi um 9-tíðina framman fyri Notre Dame kirkjuna á Avenue Jean-Medicin, sum er høvuðsgøtan í suðurfranska býnum.

Maðurin, sum eftir øllum at døma framdi illgerðina, er handtikin og innlagdur á eitt sjúkrahús fyri skaðar, hann fekk undir handtøkuni, upplýsir borgarstjórin í Nice, Christian Etrosi.

Sambært honum, er eftir øllum at døma talan um eitt yvirgangsálop. Tað skrivar hann á Twitter.

- Eg eri á staðnum saman við løgregluni, sum hevur handtikið mannin. Eg kann vátta, at alt bendir á, at tað var eitt yvirgangsálop, ið varð framt í Notre-Dame kirkjuni í Nice, skrivar borgarstjórin.

Sambært honum skal maðurinhava rópt "Allahu Akbar" – Guð er stórur – eftir álopið, tá hann varð handtikin. Tað upplýsir hann fyri AP-tíðindastovuni. Enn er ikki greitt, hví maðurin framdi illgerðina.

Franska stjórnin er, sambært Gerald Darmanin, innanríkisráðharra, kallað til kreppufundar saman við serliga franska ákærumyndugleikanum viðvíkjandi yvirgangi, skrivar Reuters.

Sambært Christian Etrosi, hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, sett kósina til Nice.

Álopið hendi nú, meðan Frakland roynir at koma yvir drápið á 47 ára gamla skúlalæraran, Samuel Paty, fyri fáum vikum síðani.

Hann varð skorin á háls á opnari gøtu, tí hann hevði víst tekningar av profetinum Muhammed í sambandi við undirvísing í talufrælsi.

Borgarstjórin í Nice, knýtir hesar báðar hendingarnar saman, tí líkheitir eru í álopsháttinum. Offrini vórðu dripin á “mest ræðuligan hátt”, sigur hann við Reuters.

Álopið á Samuel Paty fekk Emmanuel Macron til at seta tiltøk í verk mótvegis fleiri muslimskum felagsskapum, tí hann vil verja skrivi- og talufrælsið.

Útsøgnirnar hjá forsetanum hevur skapt vreiði í Miðeystri og á Arabisku Hálvoynni, har stórar og umfatandi mótmælisgongur hava verið við áheitan um at boykotta franskar vørur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder