Innanlands

Tvey afturat deyð við koronu

Nú eru tíggju fólk í Føroyum deyð við koronu. Í gjár vóru 27 nýggir koronutilburðir staðfestir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-15 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

27 koronutilburðir vóru staðfestir í gjár, vísa tølini hjá heilsumyndugleikanum.

Tølini vísa eisini, at tvey fólk afturat eru deyð við koronu. Sostatt eru tað nú tíggju fólk, sum eru deyð við koronu í Føroyum.

Fimm fólk eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu, og hetta er eitt fleiri enn í gjár.

1877 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 117 fólk eru blivin frísk aftur eftir at hava verið testað positiv, og talið á aktivum tilburðum er í løtuni 474. Hetta er 92 færri enn tað vóru í gjár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder