Innanlands

Tveir tilburðir staðfestir í gjár

Ein tilburður varð staðfestur eftir kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya, og í hinum førinum er personurin smittaður í Føroyum. Smittukeldan er ókend

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-13 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru tveir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein tilburður varð staðfestur eftir kanning tríggjar dagar eftir komu til Føroya, og í hinum førinum er personurin smittaður í Føroyum. Smittukeldan er ókend, skrivar corona.fo.

Síðan í gjár er ein persónur staðfestur frískur aftur, og sostatt hækkar talið á smittaðum í løtuni bert við einum – í 32.

536 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 209 persónar eru í løtuni í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder