Mentan

Tveir stovnar afturat lata aftur

Býlingshúsið Vesturi á Flat og Býlingshúsið í Maritugøtu lata ikki upp mánadagin

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-05-24 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnir eru dagstovnar stongdir, tí ruskið ikki hevur verið tikið í næstan tvær vikur.

Og mánadagin stongja tveir dagstovnar afturat. Tað eru Býlingshúsið Vesturi á Flat og Býlingshúsið í Maritugøtu.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so leingi rusk rúmast í bingjunum, sigur Tórshavnar kommuna Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Frammanundan eru 23 dagstovnar í høvuðsstaðnum raktir av verkfallinum og stongdir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder