Innanlands

Tveir persónar tiknir fyri at koyra ávirkaðir

Løgreglan hevur havt tvey mál um rúsdrekkakoyring seinasta samdøgrið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-29 10:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan hevur seinasta samdøgrið tikið tveir persónar fyri rúsdrekkakoyring. Hetta var seinnapartin og í nátt, og var í Havnini og í Vágum.

Tað verður upplýst av politistøðini fyrrapartin.

Orsøkin til at løgreglan steðgaði bilunum var mistanki um, at alt ikki ruggaði rætt, verður upplýst av løgreglustøðini.

Blóðroynd varð tikin, og nú verður bíðað eftir úrslitinum, sum skal avgera revsingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder