Innanlands

Tveir nýggir tilburðir í gjár - fýra staðfest frísk

Talið av smittaðum er minkandi. Í løtuni eru níggju fólk í Føroyum positiv við covid-19

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-10-15 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tveir nýggir tilburðir av covid-19 vóru staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumyndugleikunum, sum vóru dagførd seint seinnapartin.

Samstundis eru fýra aftruat vorðin frísk soleiðis, at tað eru níggju smittað í løtuni.

417 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 45 fólk eru nú í sóttarhaldi og eingin er innlagdur á Landssjúkrahúsinum við korona.

 

placeholder
placeholder