Innanlands

Tveir menn komu til ilnar í nátt

Løgreglan mátti skilja teir at – verða skuldsettir fyri brot á politiviðtøkuna

2021-07-13 08:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint fyri midnátt varð løgreglan boðsend at koma út á ein bústað í høvuðsstaðnum, har ósemja millum tveir menn var endað við bardaga.

Tilburðurin fór fram uttan fyri bústaðin. Løgreglufólkini, sum komu á staðið, fingu skilt menninar frá hvørjum øðrum, og fyri at tryggja friðin, valdu tey at taka annan teirra við aftur á løgreglustøðina.

Báðir menninir verða nú skuldsettir fyri brot á viðtøkurnar fyri Tórshavnar kommunu. Hetta tí, at tilburðurin fór fram uttandura.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder