placeholder
Innanlands

Ferðsluvanlukka kravt eitt mannalív

Í morgun var ein ferðsluvanlukka á vegnum millum Hvalvík og Áir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-19 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum tíggju í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á vegnum millum Hvalvík og Áir. Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu sent á staðið.

Á løgreglustøðini í Havn kundu tey at byrja við ikki upplýsa so nógv um hendingina annað enn, at talan var um nakað álvarsamt, og at tveir bilar vóru uppií.

Útvarpið visti tó á middegi at siga, at talan var um eina vanlukku, sum hevur kravt eitt mannalív.

Dagførd kl. 12.37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder