Innanlands

Tvær dokkingar eftir hjá Strandferðsluni í ár

Ritan og Sildberin skulu á beding, og fer Jósup at vera avloysaraskip, boðar Strandferðslan frá – Ritan fer fyrst á beding í góðar tvær vikur, frá 31. oktober, og síðani fer Sildberin á beding í áleið eina viku

Ritan (Savnsmynd: Strandferðslan)

Ritan (Savnsmynd: Strandferðslan)

2022-10-15 09:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum skulu ferjurnar Ritan, ið siglur á leið 58, og Sildberin, ið siglur á leið 66, á beding.

Ritan fer eftir ætlan á beding 31. oktober. Arbeiðið fer at taka góðar tvær vikur, og síðani fer Sildberin á beding, og hetta arbeiðið tekur væntandi áleið eina viku, skrivar heimasíðan hjá Strandferðsluni.

Tað verður Jósup, sum vanliga røkir siglingina til Mykinesar, sum fer at vera avloysaraskip, ímeðan tær báðar áðurnevndu ferjurnar eru í dokk.

Ætlanin er, at ferðaætlanin á leiðunum 58 og 66 verður óbroytt, við undantak fyri, at onkur túrur afturat, skal tilkallast. Verður tørvur á serflutningi viðvíkjandi farmi, skulu fólk venda sær til avgreiðslu á útoyggj ella til nærmastu farmastøð, skrivar Strandferðslan.

Hetta vera tær seinastu dokkingarnar hjá Strandferðsluni fyri í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder