Innanlands

Tunnilsfløkjan í samgonguni helst á landsstýrisfundi í morgin

Hvussu ósemjan í samgonguni um Dalstunnilin og Fámjinstunnilin skal loysast, verður helst greitt í morgin

Henrik Old, landsstýrismaður (Savnmsynd: Jens Kr. Vang)

Henrik Old, landsstýrismaður (Savnmsynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-23 22:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrisfundur verður klokkan 9 í morgin, og tá verður helst greitt hvussu politiska ósemjan um Dalstunnilin ella Fámjinstunnilin skal gerast fyrst, verður loyst.

Henrik Old, landsstýrismaður í tunnilsmálum, sigur við útvarpið, at hann enn ikki hevur givið Landsverki boð um, at Dalstunnilin skal borast fyrst, og hann vil ikki siga um hann yvirhøvur fer at geva tey boðini.

Løgmaður boðaði í vikuni frá, at Dalstunnilin skuldi gerast áðrenn Fámjinstunnilin, og hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Henriki Old, lansstýrismanni, sum ætlaði at nýggja farleiðin til Fámjns skuldi gerast fyrst.

Les eisini: Óvist um Old førir avgerðina hjá løgmanni út í verk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder