Innanlands

Skúlin og høllin verða málað

Tá arbeiðið er liðugt, fara bæði skúlin og ítróttahøllin í Vestmanna at standa væl dagførd og klár til eitt nýtt skúlaár og hondbóltsár

Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar (mynd: vestmanna.fo)

Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar (mynd: vestmanna.fo)

2026-06-24 14:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leingi er tað, ið væl skal vera, men nú skal tað vera

Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar.

- Arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í stóran mun liggur niðri, fyri at minka um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum.

Tað er eitt stórt øki, ið skal málast, sjálv víddin á bygninginum er áleið 2.300 fermetrar, so nógv veldst um veðrið verður til vildar við fleiri turrum døgum.

Tá arbeiðið er liðugt, fara bæði skúlin og ítróttahøllin at standa væl dagførd og klár til eitt nýtt skúlaár og hondbóltsár.

Tað er málarameistarin, Michael Sørensen, ið stendur fyri arbeiðinum.

Vestmanna kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder