Mentan

Tummas í Dali 70

Nógv okkara, sum hava sitið á HF-beinki hjá Tummasi í Dali, uppdaga tað fyrr ella seinni: Hann var tann besti lærarin

2022-10-11 22:45 Author image
Nøvn / Høgni Mohr
placeholder

Nógv okkara, sum hava sitið á HF-beinki hjá Tummasi í Dali, uppdaga tað fyrr ella seinni: Hann var tann besti lærarin.

Tummas gevur tær ongantíð rætt. Hann grundgevur tær rætt.

Tummas er hjálpsamur og leysur av tímiligari trongd. Hann er gávumildur sum eingin annar. Politiskt er hann eisini ósjálvsøkin og altráin eftir at byggja land. Sum kunnugt ynskti Tummas - óløntur og óbiðin - at byggja suðuroyggj við einum varandi eftirskúla í Hvalba.

Tummas er góður við síni børn og abbabørn. Hann er øgiliga tilvitaður um, hvussu tú mennir eitt menniskja til at klára seg, uttan at ætlanin skal ganga út yvir onnur. Mannabarnið skal klára seg motoriskt, moralskt og mentanarliga.

Fyri ein stóran part livir Tummas av tí, sum fjørður, bøur og hagi geva.

Tummas er mín mentorur; men ikki ein, ið peikar og veit alt. Hann er tolni ráðgevin og vinurin, sum lokkar teg at lesa tær rættu bøkurnar fyri at kunna síggja søguna og sinnisfrøðina frá ymsum síðum.

Tummas liggur aldri og flýtur í lagaliga meginrákinum. Meinar hann stundum tað sama sum hon sjálv - fjøldin, tit vita - kemur eisini tann niðurstøðan frá djarvari hugsan og egnari undankanning.

Er eitthvørt persónligt; okkurt sum nívir hjartað, ráðgevur hann treyðugt. Men nakrir dagar ganga, og heimspekingurin við Rangá hevur grundað. So líðandi kemur hann við loysnini; lirkar lokið av og fær ein at hugsa klárari og klókari enn áður.

Og tá ið hann verður bjóðaður av við kærleiksargumentinum, blotnar Tummas. Tað grettur ikki. Aloftast glíður hann viljaleysur yvir at Bob Dylan. Við poesiini verður alt gott postremo.

Lat meg drekka, har áirnar renna úr fjøllum.

Lat angan av lívsseigum hagablómum finna mínar æðrar.

Lat meg sova á fløtum, har grasið er grønt.

Lat meg fylgjast við onkrum, sum trýr:

Og lat okkum doyggja standandi,

áðrenn vit fara til gravar!

Tøkk, Tummas. Til lukku við sjeyti ára degnum tann 12. oktobur 2022.

Høgni Mohr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder