2023-02-28 12:40

Ferðsluløgreglan gjørdi seinnapartin í gjár ferðamátingar á landsvegnum við Velbastaðháls.
Úrslitið var, at tríggir bilførarar nú fáa eitt sokallað klipp í koyrikortið.
Hesir bilførarar vórðu mettir at koyra við eini ferð á 106, 108 og 110 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald