Tað er nógvur vindur kring landið, og um fýra tíðina komu boð úr Hvalvík, at ein bussur var farin av vegnum.
Í bussinum var bara førarin, og hann fekk ongan skaða, verður upplýst av løgreglustøðini. Eigarin syrgdi sjálvur fyri at fáa bussin upp aftur, og tað hevur gingið skjótt fyri seg, tí longu nú er hann fingin burtur.
Ferðslan var nakað tarnað hesa løtuna, tá bussurin varð tikin upp.
Um somu tíð, um fýra tíðina seinnapartin, fekk løgreglan boð frá einum bussførara, sum kom úr Vágum við fólki. Orsakað av nógva vindinum, var ótti í bussinum, og bussførarin hættaði sær tí ikki úr tunlinum Streymoyarmegin.
Sum skilst av løgreglustøðini verður arbeitt við at fáa fólk í smærri bussar ella bilar.
Strandferðslan hevur fleiri avlýsingar á bygdaleiðum í dag. Fylg við á ssl.fo fyri at fáa nýggjastu avlýsingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald