Innanlands

Truplar avgerðir skulu takast

Rishi Sunak er tikin í ei sum forsætisráðharri. Hann er 57. forsætisráðharrin í Bretlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-25 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rishi Sunak er nú nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi. Hann er numar 57 í røðini.

Hann varð í dag til audiens hjá Charles kongi á Buckingham Palace, og varð útnevndur at skipa stjórn.

Rishi Sunak er triði forsætisráðharrin í ár, og við sínum 42 árum, er hann yngsti bretski forsætisráðharrin í meira enn 200 ár.

Í taluni frammanfyri Downing Street 10 fyrireikar hann fólki uppá, at landið stendur fyri stórum avbjóðinum.

- Truplar avgerðir skulu takast. Eg fari at sameina okkara land, og fari hvønn dag at arbeiða fyri at að skal lata seg gera, segði hann millum annað í røðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder