Uttanlands

Trump vil hava nýggjan dómara í rættarmáli um samansvørjing

Tanya Chutkan, sum skal vera dómari í málinum, hevur givið fleiri viðhaldsfólkum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum harða fongsulsrevsing fyri teirra leiklut í álopinum á Kongressina

– Har er eingin kjansur fyri, at eg kann fáa eina rættvísa rættargongd, sigur Trump (Savnsmynd)

– Har er eingin kjansur fyri, at eg kann fáa eina rættvísa rættargongd, sigur Trump (Savnsmynd)

2023-08-07 10:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í rættarmálinum móti Trump, sum er ákærdur fyri samansvørjing, verður tað Tanya Chutkan, sum verður dómari, men tað er fyrrverandi amerikanski forsetin alt annað enn nøgdur við.

Tanya Chutkan er umdømisdómari í Washington D.C.. Hon bleiv útnevnd í 2014 av táverandi forsetanum, Barack Obama. Hon var eisini dómari í einum máli í november 2021, sum snúði seg um álopið á Kongressina, og hevur hon givið harða fongsulsrevsing til fleiri Trump-viðhaldsfólk, sum luttóku í álopinum, skrivar Ritzau.

Sambært Trump er Chutkan inhabil, og eigur málið eisini at verða flutt til ein annan dómstól.

– Har er eingin kjansur fyri, at eg kann fáa eina rættvísa rættargongd við dómaranum, sum er útnevnd í hesum láturliga málinum um talufrælsi/rættvíst val. Tað vita øll. Tað veit hon eisini, skrivar Trump á sín egna sosiala miðil, Truth Social.

Málið um samansvørjing er tað størsta móti Trump. Hann er ákærdur fyri samansvørjing fyri at svíkja USA, samansvørjing fyri at forða almennari tilgongd, forða og royna at forða einari almennari tilgongd umframt samansvørjing ímóti rættindum. Hann noktar seg sekan í øllum ákærum.

Les eisini: Trump: Ein heiður at verða ákærdur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder