Uttanlands

Trump vann í South Carolina

Fyrrverandi amerikanski forsetin fekk 59,8 prosent av atkvøðunum meðan Nikki Haley fekk 39,5 – Hóast ósigurin sigur Haley, at stríð hennara heldur fram

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-25 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump vann í gjár enn eitt republikanskt undanval - hesa ferð í statinum South Carolina.

Nú 99 prosent av atkvøðunum eru taldar upp, hevur Trump fingið 59,8 prosent av atkvøðunum, meðan hitt republikanska valevnið, Nikki Haley, sum er úr South Carolina, bert fekk 39,5 prosent.

Trump hevur higartil vunnið øll tey republikansku undanvalini. Hini hava verið hildin í Iowa, New Hampshire, Nevada, og á Jomfrúoyggjunum.

Nikki Haley sigur, hóast ósigurin í heimstatinum, at hon ætlar at stríðast víðari.

– Eg segði í vikuni, at eg framvegis stilli upp, óansæð hvat hendir í South Carolina, sigur hon sambært Ritzau.

Haley leggur afturat, at hon ikki ætlar sær at geva upp, tá ein meiriluti er ímóti bæði Donald Trump og Joe Biden.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder