Uttanlands

Trump: Tá eg fari frá doyggja Fake News!

Donald Trump sigur á Twitter, at fake-news støðirnar fara at doyggja út, tá hann ikki er at skriva um longur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-31 15:48 Author image
Regin Winther Poulsen

Donald Trump hevur fleiri ferðir, síðani hann gjørdist forseti í USA, ákært viðurkendar og stórar miðlar fyri at skriva falskar tíðindasøgur um seg. Síðsta sunnudag skrivaði hann eitt nú á Twitter, at hann hevði havt ein góðan fund við ein útgevara á New York Times

- Eg hevði ein góðan fund í hvítu húsunum við A.G. Sulzberger, útgevara hjá the New York Times. Vit brýktu nógva tíð at tosa um tað stóru mongdina av falskum tíðindum, sum tey geva út, skrivaði forsetin millum annað á Twitter. 

A.G. Sulzberger svaraði ákærunum aftur við at greiða frá, at hann hevði sagt forsetanum frá, at málið hjá honum var vandamikið, og at hann kundi gera tað vandamikið hjá tíðindafólkið at virka í landinum. 

Áður hevur Donald Trump ákært CNN og aðrar eldri tíðindastovur fyri at spreiða følsk tíðindi. 

Í dag skrivaði Donald Trump so, at hann væntar at hesar følsku tíðindastovurnar fóru at doyggja út, tá hann ikki var forseti longur, tí tá var onki at skriva um longur. 

- Um sjeyð ár, tá eg ikki eri forseti longur, fara sølutølini hjá teimum at minka og tíðindastovurnar at steðga, skrivar Donald Trump millum annað og ákærir tíðindastovnarnar fyri at hava oyðilagt lívið hjá vanligum ósekum fólki. 

 

placeholder
placeholder