Uttanlands

Trump sat á fundi, tá boðini komu

Uttanríkisráðharrin handaði forsetanum ein handskrivaðan pappírslepa við boðunum um at partarnir vóru við at nærkast eini semju

Marc Rubio lýðir forsetanum okkurt í oyrað (Mynd: EPA)

Marc Rubio lýðir forsetanum okkurt í oyrað (Mynd: EPA)

2025-10-09 07:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sat á einum fundi í gjár, tá uttanríkisráðharri hansara, Marco Rubio, hevði týðandi tíðindi til forsetan. Men tað mátti bíða til miðlarnir vórðu farnir úr hølunum.

Hetta fekk Rubio til at handa forsetanum ein hondsskrivaðan papírslepa, skrivar AP tíðindastovan.

- Tú skalt góðkenna eina dagføring á Truth Sosial, so tú kanst vera fyrstur at kunngera avtaluna, stóð á pappírslepanum, sum eitt myndafólk hjá AP fangaði.

Stutt eftir segði Trump:

- Eg havi júst fingið eini boð frá uttanríkisráðharranum, har tað stendur, at vit nærkast eini avtalu um Miðeystur, og at tey hava tørv á mær heilt skjótt, segði Trump.

Nógvir ivaspurningar

Enn eru fleiri ivaspurningar viðvíkjandi avtaluni, sum varð gjørd í gjár, og enn er nógv, sum kann enda galið. Men partarnir eru eftir øllum at døma komnir so mikið langt, at tað er møguligt at koma fram til eina avtalu.

Soleiðis ljóðar metingin av støðuni, sambært danska TV2.

Um vit uppliva, at ísraelskir gíslar verða leyslatnir, og eisini palestinar, sum hava sitið í fongslum í Ísrael, so er veruligur møguleiki fyri, at ein umfatandi avtala kann gerast um framtíðina hjá Gaza.

Enn eru nógvir og truplir spurningar eftir at tingast um. Eitt nú hvat skal henda við Hamas felagsskapinum, og ikki minst hvat skal henda við teirra vápnum, ljóðar metingin.

Hvussu nógvir gíslar eru á lívi?

Ein av mest týðandi spurninginum í fyrsta umfari av friðarsamráðingunum millum Hamas og Ísrael er leyslatingin av gíslunum, sum seinastu tvey árini hava sitið í fangaskapi hjá Hamas í Gaza.

Tað nágreiniliga talið er ikki kent, men New York Times hevur roynt at rokna seg fram til talið við ávísum fyrivarnum.

Í álopinum fyri tveimum árum síðani vóru 250 fólk tikin fanga og førd til Gaza.

Ísrael sigur, at tað framvegis eru 20 gíslar á lívi í Gaza saman við líkunum av 25 øðrum.

Ein partur av gíslunum eru síðan 7. oktober 2023 leyslatnir í sambandi við samráðingar. Fyrstu ferð í november 2023 og seinast í februar í ár, tá 25 livandi og 8 lík vórðu leyslatin.

Sambært New York Times eru 35 gíslar dripnir ella deyðir í fangaskapi.

Hildið verður, at 4 gíslar eru deyðir undir ísraaelskum loftálopum. Eisini hevur Hamas dripið 7 gíslar í krígsstøðum, har ísraelski herurin hevur nærkast teimum.

3 av gíslunum verða mettir at hava latið lív, tí hildið var at teir vóru palestinar í sambandi við krígshendingar í Gaza.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder