Uttanlands

Trump kúvendir: Heitir á amerikanarar um at brúka masku

Alt tað, sum møguliga kann hjálpa, og tað kann hetta, er gott. Eg havi ongar trupulleikar við tí, segði Trump á tíðindafundi týskvøldið

Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið, segði Trump m.a., at hann heitti á amerikanarar um at brúka masku (Mynd: EPA)

Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið, segði Trump m.a., at hann heitti á amerikanarar um at brúka masku (Mynd: EPA)

2020-07-22 07:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú heitir amerikanski forsetin, Donald Trump, á allar amerikanarar um at brúka masku, tá tey ikki hava møguleika at halda frástøðu.

– Óansæð um tær dámar maskuna ella ikki, hevur hon týdning. Maskurnar hava týdning, og og vit mugu gera alt tað, við kunnu, segði hann, tá hann í gjárkvøldið okkara tíð hevði tíðindafund í Hvítu Húsunum fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir.

– Eg síggi tað soleiðis: Alt tað, sum møguliga kann hjálpa, og tað kann hetta, er gott. Eg havi ongar trupulleikar við tí.

Trump hevur annars í fleiri mánaðir noktað at brúkt masku ella at heitt á onnur um at gera tað, og enn er hann bert sæddur alment í masku eina ferð. Tað var 11. juli, tá hann vitjaði á einum hernaðarsjúkrahúsi í statinum Maryland.

Mánadagin legði hann eisini eina mynd út á Twitter, har hann var í maskuni. Tá skrivaði hann, at tað var tjóðskaparligt at brúka masku.

Les eisini: Trump: Tað er tjóðskaparligt at vera í masku

Á tíðindafundinum í gjár segði amerikanski forsetin, at hann við gleði fer at brúka maskuna, sum hann hevur við sær allastaðni.

– Vit hava áður havt serfrøðingar, sum hava sagt, at maskur ikki neyðturviliga er eitt gott hugskot, og hesi hava nýliga broytt meining. Um tey hava broytt meining er tað  nóg mikið fyri meg, og eg brúki hana, tá tað er hóskandi.

Seinastu seks dagarnar hevur talið á nýggjum smittutilburðum í USA verið yvir 60.000. Tað er serliga ringt í teimum fólkaríkastu statunum sum Florida, Texas og Kalifornia.

USA er tað landið í heiminum, sum hevur skrásett flest tilburðir og flest andlát í sambandi við koronasmittuni. Sambært Worldometers.info hevur landið nú skrásett fleiri enn fýra mió. tilburðir og 144.000 andlát.

– Summi øki klára seg sera væl, meðan onnur klára seg minni væl. Tað er sannlíkt, at tað verður verri, áðrenn tað verður betri, segði Trump, sum legði afturat, at hann letur seg kanna 3. hvønn dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder