Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir nú við at støðga við at handla við Evropa, um ES ger álvara av einum uppskoti at geva Kanada atlimaskap í ES.
Tað segði hann við AFP tíðindastovuna í nátt.
- Hetta er láturligt. Um tey gera hetta, og um eg á nakran hátt uppfati tað sum eina fíggindaliga gerð, so fari eg at áleggja ógvusligan toll ella støðga handlinum við Evropa á nógvum økjum, segði forsetin.
Tað kemur ikki fram, hvat Trump meinar við, tá hann sigur, at hann við “støðga øllum handli við Evropa”. Hann kom heldur ikki inn á hvussu høgir tollurin verður, um hann fer at hækka teir.
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, segði í gjár á síni árligu state-of-the-union røðu, at ES fer at lata dyrnar upp og gera Kanada til fyrsta ‘assosieraða limin’ í ES.
Forsætisráðharrin í Kanada, Mark Carney, var til staðar í ES-tinginum í Strassbourg undir røðuni. Hetta var fyrsta ferðin, at ein stjórnarleiðari úr landi uttan fyri ES sjálvur var til staðar í ES-tinginum.
Í Brússel hava tey uttan úrslit kanna landakortini fyri at vita, um ikki Kanada hevur eina lítla oyggj ella okkurt landaøki í Evropa. Men so er ikki. Kanada er partur av norðuramerikanska meginlandinum saman við USA. Tí kann Kanada sambært sáttmálanum ikki gerast fullgyldugur limur í Evropasamveldinum.
Og tí verður loysnin sum atlimur – associeraður limur – nevndur.
Viðurskiftini millum Mark Carney og Donald Trump eru í inniverandi árið versnað munandi. Umframt at londini hava hækkað tollsatsirnar sínámillum, hevur Trump eisini tikið avgerð um at kalla Ontariovatnið fyri ‘Lake America’. Ontario er ein av statunum í Kanada.
Avgerðin hjá Trump hevur skapt øsing í Kanada, og Mark Carney hevur eisini sagt, at navnabroytingin ikki vær nakran virknað í Kanada. Kanadiski forsætisráðharrin hevur eisini víst á, at navnið á stóra vatninum er 400 ára gamalt, og var galdandi langt áðrenn USA og Kanada vórðu skipað sum tjóðir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald