Uttanlands

Trump hevði fegin viljað hitt Gretu Thunberg

Har finnast onnur lond, sum eru ringast, tá tað kemur til dálking, og Greta burdi farið eftir teimum heldur enn USA, sigur amerikanski forsetin

Greta Thunberg í Davos (Mynd: EPA)

Greta Thunberg í Davos (Mynd: EPA)

2020-01-22 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann hevði fegin viljað hitt Gretu Thunberg til ársins "World Economic Forum" í Davos í Sveis.

– Eg hevði fegin viljað hitt hana. Men USA er ikki tað landið, hon eigur at ilskast inná, tá hon sigur, at einki verður gjørt fyri veðurlagið. Har finnast onnur lond enn USA, sum eru ringast, tá tað kemur til dálking. Greta burdi farið eftir teimum, sigur hann sambært Ritzau.

Tá Donald Trump varð spurdur, um hann helt globalu upphitingina vera "veðurlagsbluff", svaraði hann:

– Okkurt av tí er. Umhvørvisstríðsfólk hava koyrt globalu upphitingina upp á eitt støði, har tað gerst órealistiskt, so fólk ikki fáa livað sítt lív.

Eitt annað, sum Trump eisini helt vera tað reina bluff, var ríkisrættarmálið móti honum.

– Tað er so skaðiligt fyri land okkara, segði hann.

Les eisini: Trump og Thunberg seta dagsskránna í Davos

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder