Uttanlands

Trump: Grønlandi ikki ovast á listanum um eg fari til Danmarkar

Amerkanski forsetin segði í gjárkvøldið við amerikanska miðilin, ABC, at tað ikki er 100 prosent vist, at hann fer at vitja Danmark fyrst í september

2019-08-19 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ætlaða vitjanin hjá Donald Trump í Keypmannahavn 2. og 3. september er nú eitt størri altjóða samrøðuevni, enn væntast kundi. Orsøkin er, at tað er likið út, at Trump hevur umhugsa í eina tíð at keypa Grønland frá Danmark.

Hetta hava ráðgevar hjá forsetanum váttað, og forsetin segði á tíðindafundi í New Jersey í gjár, at hann veit ikki, hvussu hetta kom út, men at hann er áhugaður í Grønlandi. 

Spurdur nærri segði forsetin, at Grønland er hermálsliga áhugavert, at hetta hevði verið sum ein stórur ognarhandil, og at Danmark missir áleið 700 milliónir dollarar, t.v.s 4,7 millardir, árliga orsakað av Grønlandi. Hetta verður tó sambært honum ikki fyrsti prioritetur, um hann skal tosa við Mette Frederiksen

Forsetismálaráðir og kongahúsið í Danmark hava váttað, at Trump kemur á vitjan, og Løgmansskrivstovan hevur eisini váttað, at Aksel V. Johannesen skal hitta amerikanska forsetan fyrst í september. Men undir stuttari samrøðu við ABC segði 73-ára gamli forsetin: 

- Kanska fara vit at tosa við danir um Grønland. Men eg haldi ikki tað er heilt víst enn, at vit skulu til Danmarkar. Vit skulu til Póllands, og so fara vit møguliga til Danmarkar eisini.

- Vit mugu síggja, um Danmark er áhugað - tey missa eina rúgvu av pengum orsakað av Grønlandi hvørt ár, tað er heilt vist.

Mette Frederiksen segði seint í gjárkvøldið, at tey framvegis vænta rokna við einari Trump-vitjan og fyrireika seg uppá hana. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder