Uttanlands

Trump forseti rýmir av G7 fundi í Kanada

Ósemjan millum Ísreel og Iran er orsøkin til at amerikanski forsetin má fara heim á fund í trygdarráðnum

Emmanuel Macron, Mark Carney, Donald Trump og Keir Starmer avmyndaðir á G7 fundinum í Kananaskis í kanadiska statinum Alberta í gjár (Mynd: EPA)

Emmanuel Macron, Mark Carney, Donald Trump og Keir Starmer avmyndaðir á G7 fundinum í Kananaskis í kanadiska statinum Alberta í gjár (Mynd: EPA)

2025-06-17 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tikið avgerð um at rýma av toppfundinum hjá G7 londunum í Kanada.

Tað upplýstu Hvítu Húsini í nátt, okkara tíð.

Mánakvøldið, lokala tíð, skuldi amerikanski forsetin vera við til ein døgurða, og síðan skuldi hann flúgva heim til Washington D.C., upplýsti Karoline Leavitt, talskvinna fyri Hvítu Húsini á X.

- Trump forseti hevur havt ein góðan dag á G7, har hann eisini hevur skrivað undir eina umfatandi handilsavtalu við Stórabretland og Keir Starmer, forsætisráðharra.

- Nógv kom burturúr, men orsaka av tí, sum gongur fyri seg í Miðeystri, rýmir Trump av fundinum eftir døgurðan saman við statsleiðarunum í kvøld, skrivaði Leavitt.

Tað var ætlanin, at Trump eisini skuldi vera við á G7-fundinum til í dag, týsdag, skrivar CNN.

Embætisfólk í Hvítu Húsunum siga við amerikanskar miðlar, at Trump er kallaður á fund í Trygdarráðnum.

Sjálvur segði Trump, at tað var neyðugt at bróta vitjanina av.

- Eg má venda heim so skjótt sum gjørligt, segði hann við tíðindafólk á G7-fundinum.

Við á fundinum í Kananaskis í Kanada var eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio. Eisini hann fer eftir til Washington D.C., skrivar CBS News.

Seinastu dagarnar hevur ógvusligir loftbardagar verið millum Ísrael og Iran. Ósemjan millum londini er vorðin nógv verri eftir at Ísrael fríggjanáttina leyp á fleiri kjarnorkumál í Iran.

Umframt USA og Kanada, luttóku eisini Frakland, Japan, Italia, Bretland og Týskland umframt ES á G7 fundinum.

Bæði kríggið í Ukraina og ósemjan millum Iran og Ísreal vóru á dagsskránni fyri toppfundin í Kanada. Fundurin gekk ikki, sum fleiri evropeisk lond høvdu vónað.

Trump nýtti høvið til at havast at, at Russland við Vladimir Putin forseta á odda ikki longur er partur av bólkinum, sum fyrr varð kallaður G8.

Samstundis sýtti Trump fyri, sambært týskum og amerikanskum stjórnarkeldum, at skriva undir eina felags yvirlýsing frá londunum, har tey heittu á Ísrael og Iran um at gevast við at bumba hvønn annan við rakettum.

Seinni var ein felags yvirlýsing tó send út, sum USA eisini hevur skrivað undir.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur, sambært Reuters, at tað er jaligt, at Trump fer av fundi fyrr enn ætlað. USA hevur sambært Macron, mælt til, at Ísreal og Iran gera eina vápnahvíld.

- Tað er komið eitt uppskot, um av fáa vápnahvíld í lag og taka stig til samráðingar, sigur hann, sambært Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder